Stór altjóða hondbóltsvika

Í hesari vikuni eru heili fýra altjóða hondbóltsdystir við føroyskari luttøku.

Mikudagin kl. 19.00 spælir føroyska A-landsliðið hjá monnum EM-undankappingardyst móti Ukraina í týska býnum Aschaffenburg. Dysturin verður vístur í KVF.

Fríggjadagin og leygardagin kl. 18.00 verða EHF Cup dystir hjá kvinnum, har H71 skal spæla móti eysturíkska liðnum SC witasek Ferlach. Báðir dystirnir verða í Ferlach í Eysturríki.

Sunnudagin kl. 18.00 verður EM-undankappingardystur hjá A-landsliðnum hjá monnum í Høllini á Hálsi, har Føroyar taka ímóti Eysturríki. Atgongumerki til hendan dystin fáast atgongumerki.fo.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.