Størri stríðsvilji finnast fram

Avbjóðingin er stór, tá føroyska A-landsliðið við kvinnum seinnapartin skal hitta Litava í sínum seinna HM-undankappingardysti í Sveis. 

– Tann eyðkendi føroyski stríðsviljin má finnast fram og allar mugu gera sítt allar ítarsta, sigur Ágúst Jóhannsson, landsliðsvenjari.

Føroyar spældu í gjár móti Finnlandi og mistu á stokkinum. Í dag er mótstøðan upp aftur sterkari. Litava tapti í gjárkvøldið við einum máli móti Sveis, ið er mett at vera tað sterkasta liðið í bólkaspælinum.

– Litava spældi ótrúliga væl í gjár. Spælararnir eru høgir og sterkir og serliga bakkarnir eru vandamiklir. Okkara spælarar eru væl fyrireikaðar upp á uppgávuna, men hon verður trupul. Ídni hjá Føroyum skal tó ikki liggja eftir, sigur íslendski venjarin.

Dysturin millum Føroyar og Litava byrjar klokkan 15.30 føroyska tíð. Hann kann síggjast á www.handballtv.ch og hoyrast á FM1, ið sigur beinleiðis frá dystinum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.