Stórsigur til Føroyar

Føroyska A-landsliðið við monnum vann greitt, tá teir í kvøld spældu fyrra venjingardystin móti Grønlandi. Úrslitið varð 37-22.

Tað gekk javnt á upp til trý mál, men so byrjaðu Føroya at draga frá. Grønlendingar høvdu trupult við at koma ígjøgnum føroysku verjuna, meðan tað ikki skuldi nógv hóvasták til hjá føroyingunum at koma framvið grønlendsku verjuni.

Serliga Jónas Gunnarson Djurhuus var eyðsýndur í álopinum við góðum skotum, gjøgnumbrotum og fríspælingum í fyrra hálvleiki.

Hálvleiksstøðan var 18-11.

Í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram. Peter Krogh leyp á bæði við høgra og vinsta armi, og alt tyktiskt at rigga, og Føroyar vunnu við 15 málum.

Føroyar og Grønland spæla aftur í morgin. Tað er klokkan 17.00 í Vestmanna.

Málskjúttar
Peter Krogh 8
Jónas G. Djurhuus 7
Allan Norðberg 4
Rókur Akralíð 3
Sámal á Tjaldrafløtti 3
Ròi Berg Hansen 3
Helgi Hoydal 3
Tróndur Kragesteen 2
Rúni Vest Højgaard 1
Rógvi Dal-Christiansen 1
Áki Egilsnes 1

Kemilux nýggjur stórstuðul hjá HSF

28. september 2023

Hondbóltssambandið og Kemilux hava í dag skrivað undir samstarvsavtalu, har Kemilux verður ein av stórstuðlunum hjá HSF í 2024 og 2025.

Intersport Night Cup 2023

26. september 2023

Nýtið heystfrítíðina aktivt! VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir. 

Neistin víðari og H71 úti

26. september 2023

Bæði H71-kvinnur og Neistakvinnur vunnu annan European Cup dyst í vikuskiftinum. Hjá H71 var hetta tó ikki nokk, tá tær taptu stórt í fyrra dystinum, meðan Neistin vann eftir brotskast kapping.