Stórsteypadystir hjálpa børnum

Dystirnir um Lionsbikørini í hondbólti verða spældir leygardagin millum fremstu liðini farna kappingarár, og ágóðin fer til eitt átak hjá Bláa Krossi Føroya millum børn og ung.

Leygardagin verður skjøtil settur á enn ein hondbóltsvetur, og sum siður hevur verið seinnu árini, hendir hetta við stórsteypadystunum um Lionsbikørini. Dystirnir hjá kvinnum og monnum verða ávikavist klokkan 16 og klokkan 18 í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Korona órógvaði endan á farna kappingarár, sum endaði uttan FM-finalur, so tí hava Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum gjørt av, at í ár dystast steypavinnararnir og tey liðini, ið lógu fremst í bestu deildunum, tá ið stígur kom í landskappingina, so hon ongantíð varð fullførd.

Sostatt verður stórsteypadysturin hjá kvinnum klokkan 16 millum Kyndil sum deildarvinnarar og H71 sum steypavinnarar, og stórsteypadysturin hjá monnum klokkan 18 verður millum H71 sum steypavinnara og deildarvinnara og VÍF sum næstfremsta lið, tá ið landskappingin steðgaði.

Stuðla góð barnaár
Sum vant, er tað Hondbóltssambandið, ið skipar fyri øllum tí ítróttarliga í sambandi við dystirnar hjá kvinnum og monnum um Lionsbikørini í hondbólti, og so tekur Lions Club sær annars av tí, sum er rundan um dystirnar.

Endamálið við dystunum er at seta nýggja kappingarárið í hondbólti í gongd, samstundis sum allur ágóðin frá dystunum báðum fer til eitt vælgerandi endamál.

Hesaferð stuðla stórsteypadystirnir átakið “Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi, sum er eitt tilboð til børn, ung og familjur, har rúsdrekka ella rúsevni fylla nógv, og fevnir átakið millum annað um  einstaklingasamrøður, bólkasamrøður og familjuviðgerð.

Blái Krossur arbeiðir miðvíst við at varpa ljós á, at tað eru nógv børn og ung, ið vaksa upp í heimum, har rúsurin fyllur ov nógv, og roynt verður at bróta niður tað tabuevni, ið tað er, at børn og ung skulu vaksa upp sum avvarðandi hjá rúsmisnýtarum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.