Stroymið Europa Cup dystir

Komandi vikuskiftið hýsir H71 ikki færri enn trimum Europa Cup dystum í Høllini á Hálsi.

Leygardagin kl. 18.00 spæla H71-kvinnur móti KH Cair úr Makedonia, meðan menninir spæla kl. 20.00 móti Drammen HK úr Noregi. Sunnudagin kl. 18.00 spæla H71 kvinnur returdystin móti KH Cair, eisini í Høllini á Hálsi. Returdysturin hjá monnunum verður í Drammen næsta vikuskifti.

Møguleiki er at stroyma dystirnar á live.hsf.fo. Gevið tó gætur, at dystirnir ikki eru partur av vanligu haldara-skipanini hjá HSF, og kunnu dystirnir tískil bert síggjast við at keypa atgongd til hvønn dystin einkultvís.

Venjaraskifti hjá kvinnunum

1. desember 2021

Dragan Brljevic, sum hevur verið venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, hevur av heilsuávum sagt seg úr starvinum.

Atgongumerkjasøla til HM-undankapping

27. november 2021

Fyrstu 400 atgongumerkini til HM-undankappingardystirnar hjá A-landsliðnum við monnum í januar koma nú til sølu.

Burn deildin: Neistin – VÍF útsettur

25. november 2021

Dysturin í kvøld, hóskvøldið 25. nov., millum Neistan og VÍF og er útsettur vegna korona.