Stroymið landsdystir

Komandi dagarnar eru fleiri ungdómslandsdystir, sum allir verða stroymdir.

U19-landsliðið hjá monnum luttekur í Scandinavian Open í Lund í Svøríki og verða allir teirra dystir stroymdir á https://live.hsf.fo/

Leiksskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagin 6. august kl. 16.00 Føroyar – Noreg
Leygardagin 7. august kl. 17.00 Svøríki – Føroyar
Sunnudagin 8. august kl. 09.00 Føroyar – Danmark

U17-kvinnurnar luttaka í EHF Championship í Tbilisi í Georgi og verða allir teirra dystir stroymdir á https://ehftv.com/home

Leiksskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagin 6. august kl. 11.30 Serbia – Føroyar
Mánadagin 9. august kl. 14.00 Føroyar – Italia
Hósdagin 12. august kl. 11.00 Føroyar – Estland
Fríggjadagin 13. august plaseringsdystir
Sunnudagin 15. august plaseringsdystir

Intersport Night Cup 2023

26. september 2023

Nýtið heystfrítíðina aktivt! VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir. 

Neistin víðari og H71 úti

26. september 2023

Bæði H71-kvinnur og Neistakvinnur vunnu annan European Cup dyst í vikuskiftinum. Hjá H71 var hetta tó ikki nokk, tá tær taptu stórt í fyrra dystinum, meðan Neistin vann eftir brotskast kapping.

Hesar 16 møta Svøríki og Íslandi

21. september 2023

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist tann 12. og 15. oktober.