Stroymið U19-dystirnar

Euro Championship kappingin fyri U19-kvinnur í Skopje í Makedonia er byrjað.

Fyrsti dystur í bólkaspælinum var í gjár, tá Holland vann greitt á Kosovo. Holland vann dystin heili 53-14. Føroyar spæla sín fyrsta dyst í dag kl. 17.00 móti Kosovo.

Alt um kappingina kann lesast her: https://w19championship.com/

Allir dystir verða stroymdir á ehftv.com

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.