Stuðulin til ítróttin minkar

Stuðulin til ítróttin minkar 11 prosent í 2021.

Um landsstýrið ikki hækkar játtanina til ítróttin minst 1,5 milliónir krónur næsta ár, so lækkar stuðulin til sambondini undir ÍSF 11 prosent. ÍSF hevur greitt landsstýrinum frá støðuni, men hevur enn einki frætt aftur. ÍSF rópar varskó, les meira her https://isf.fo/studulin-til-itrottin-minkar-11-prosent-i-2021/

Team Klaksvík – H71 útsettur

23. september 2020

Dysturin í Burn deildini millum Team Klaksvík og H71, sum skuldi verða í morgin, hósdagin 24. september, er útsettur vegna sóttarhaldið, sum hevur rakt næmingarnar á Glasi. 5 leikarar hjá H71 eru raktir av sóttarhaldinum á Glasi.

Besta mansdeildin eitur nú Burn deildin

12. september 2020

Hondbóltssambandið og SMS-samtakið hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina fyri kappingarárið 2020–21. Eisini er greitt, at besta mansdeildin skiftir navn og eitur nú Burn deildin. Burn er størsti veitari av venjing í Føroyum og hevur fleiri venjingarmiðstøðir kring landið.

Føroyski ítróttarheimurin kennir seg ótryggan

8. september 2020

Av heimasíðuni hjá ÍSF: Ein ótryggleiki, sum tarnar fría ítróttalívinum, hevur plantað seg í sambondunum undir ÍSF, eftir at tað frættist, at stuðulin til ítróttin lækkar 11 prosent í 2021, um landsstýrið ikki hækkar játtanina. Tað vísa afturmeldingar, sum ÍSF hevur fingið frá sambondunum.