Stuttfilmur 3 – Landsliðini

Triði filmurin í røðini “HSF 40 ár” hevur heitið “Landsliðini”. Hondbóltssambandið hevur síðan 2014 lagt stóran dent á at menna landsliðsarbeiðið. Føroyar hava landslið hjá gentum og dreingjum í øllum árgangum frá U16 til U21. Avrikini seinnu árini hava fleiri ferðir verið framúr góð.

Málið hjá Hondbóltssambandinum er, at føroysku landsliðini støðugt skulu bjóða teimum bestu i heiminum av. Tá landsliðsarbeiðið var óregluligt, tóktist hetta málið veruleikafjart, men avrikini seinnu árini prógva, at tað ber til. Skal komast longri fram á leið, krevst kortini, at landsliðini spæla uppaftur fleiri dystir enn nú.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.