Stuttfilmur 4 – Felagsskapurin

Fjórði stuttfilmurin í røðini “HSF 40 ár” lýsir HSF sum felagsskap.

Skal føroyskur hondbóltur mennast á miðvísan hátt, er neyðugt, at tann ítróttarligi, umsitingarligi og fíggjarligi parturin virka væl saman. Í umsitingini hjá hondbóltssambandinum eru í dag trý fulltíðarstørv – ein aðalskrivari, ein ítróttarstjóri og ein samskipari.

Ovasti myndugleiki er árligi aðalfundurin, sum limafeløgini møta á. Aðalfundurin velur starvsnevndina, sum stingur málini fyri framtíðina út í kortið. Tríggjar ferðir um árið eru limafeløgini eisini á limafundum. Á hesum fundunum umrøða tey eitt nú kappingarleist og reglugerðir.

Komið er ikki á mál í sambandi við karmarnar. Altjóða góðkend høll vantar í Føroyum, og hondbóltssambandið virkar fyri, at hon verður veruleiki so skjótt sum gjørligt.

Í sambandi við 40-ára føðingardagin hjá HSF í ár, hevur HSF latið framleiða 5 styttri filmar, sum lýsa søguna, núverandi virksemi og framtíðarætlanir hjá HSF. Filmarnir verða lagdir út komandi dagarnar og kunnu eisini síggjast á youtube síðuni hjá HSF, sum eitur “Handball Faroe Islands”.

Featured Video Play Icon

Fríkast – hondbóltsárið 2020/21

23. november 2020

Hvørji lið enda í topp 4? Hvørji lið bresta saman í FM-finalunum? Hvør leikari hevur skarað framúr? Hoyr Julian Johansen og Hjalta Mohr Jacobsen meta um hondbóltsárið higartil.

HM-undankappingin útsett

16. november 2020

HM-undankappingin hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, sum skuldi verða 4. – 6. desember í Minsk, í Hvítarusslandi, er útsett. Kappingin er útsett til 19. – 21. mars 2021.

Dómsnevndin um huldumálið

16. november 2020

Dómsnevndin hevur gjørt úrskurð um kæruna um huldumálið í dystinum millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF í Burn Deildini, sum var 11. okt.