Stuttligt at vera til landsdyst

Tað halda gentur 12 hjá STÍF, sum møttu fjølmentar upp í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið at stuðla kvinnulandsliðnum. 

– Hetta er aðru ferð, at vit gera ein tílíkan túr. Vit vóru eisini til landsdystin, tá kvinnurnar spældu móti Svøríki, greiðir venjarin, Magni Thomsen frá.

Bussur koyrdi genturnar til Havnar og fyrst var farið at bovla og eta, áðrenn leiðin gekk í høllina.

– Vit gjørdu ein hugnadag burturúr. Landsdysturin var eitt gott høvi at vera saman sosialt og at uppliva hondbólt í annaðleiðis karmum enn vanligt.

Magni Thomsen heldur, at tað er týdningarmikið at ungdómurin møtir upp til landsdystir.

– Tá tey yngru síggja landsliðini spæla, gevur tað teimum vónandi blóð upp á tonna at halda fram við hondbóltinum og eitt mál um at sjálvi at umboða Føroyar á landsliðnum einaferð.

Eisini gentur 12 hjá VÍF vóru til landsdystin og venjarin hjá teimum, Fredrik Wollan, er samdur við Magna Thomsen.

– Tað er ógvuliga týdningarmikið, at feløgini møta upp við sínum ungdómsliðnum til landsdystir. Ein fer fyri at stuðla, men eisini fyri at børnini kunnu síggja sínar fyrimyndir spæla, har karmarnir við nógvum áskoðarum, tónleiki og sjónvarping er í hásæti. Hetta smittar heilt sikkurt og eggjar børnunum til at vilja meira við hondbóltinum, sigur Fredrik Wollan.


STÍF gentur 12


VÍF gentur 12

Neon Cup – hondbóltur í myrkri

2. desember 2019

Leygardagin 27. desember verður forvitnislig hondbóltskapping í Hoyvíkshøllini.

Margrið eygleiðari til HM í Japan

27. november 2019

Margrið Weihe skal verða altóða eygleiðari til HM hjá kvinnum, sum verður í Japan í tíðarskeiðnum 30. november til 15. desember.

Tvey greið tap fyri Íslandi

25. november 2019

Kvinnulandsliðið leikti í vikuskiftinum tveir venjingardystir móti Íslandi í Hafnafirði. Báðir dystirnir endaðu við greiðum tapi.