Svøríki rann avstað

A-landsliðið hjá kvinnum spældi seinnapartin sín seinasta dyst í EM-kappingini á hesum sinni, ið var móti Svøríki í býnum Orebro. 

Frammanundan vóru spælararnir greiðir yvir, at uppgávan fór at verða ógvuliga trupul. Tað var heldur einki at ivast í frá dystarbyrjan, hví Svøríki telist millum heimsins bestu lið í kvinnuhondbólti. Sviar koyrdu á við fullari ferð frá fyrsta bríksli og eftir lítla løtu vóru tær á odda 5-0.

Føroysku leikararnir stríddust og vardu kortini væl fyrstu løtuna. Tað var tó sera torført at spæla seg ígjøgnum svensku verjuna og koma til góðar skotstøður. Miseydnaðu álopini vórðu revsaði alt fyri eitt av skjótu svensku leikarunum. Tá farið var til hálvleiks var støðan 17-4.

Føroyar komu til fleiri skot í seinna hálvleiki við Marionnu Geirsdóttir Eystberg á odda. Tað var tó í heilum at tað síðsta manglaði av frekleika hjá leikarunum, umframt at opnir møguleikar vórðu brendir. Endaliga úrslitið gjørdist 32-13.

Málskjúttar:
Marianna Geirsdóttir Eystberg, 6
Durita Christophersen Jojic, 2
Bjarta Osberg Johansen, 1
Turið Arge, 1
Agnas Olsen, 1
Maria Halsdóttir Weyhe, 1
Heidi Maria Akselsen, 1

Finalistarnir hjá U-liðunum

13. februar 2019

Stóra steypavikuskiftið í hondbólti nærkast. Heili 12 finalur skulu avgreiðast yvir tveir dagar.

Skráin fyri hálvfinalurnar

11. februar 2019

Fyrra hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini verða mikukvøldið og hóskvøldið, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin.

Spenningur um hálvfinalupláss

8. februar 2019

Spenningurin er í hæddini, tá hálvfinalistarnir í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum og monnum skulu finnast um vikuskiftið.