Tá gólvlýsingarnar loysnaðu

HSF harmast um óhepnu støðuna, sum íkom til steypafinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum, tá nakrar av lýsingunum á gólvinum loysnaðu.Ein serlig umbering fer til spælararnar og okkara stuðlar.

Lýsingar hava verið á gólvinum á hvørjum ári til allar steypafinalur og landsdystir, síðan Tórshavnar kommuna keypti gula hondbóltsgólvið fyri 11 árum síðan. Ongantíð fyrr eru lýsingar loysnaðar. Hesi árini er lýsingartilfarið eisini vorðið betri, so tað skuldi ikki komið fyri.

Hondbóltssambandið hevur saman við hallarumsitingini hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur ábyrgd av gólvinum, og Sendistovuni, ið hevur ábyrgd av lýsingunum, eftirkannað tilgongdina, tá lýsingarnar vórðu lagdar á gólvið. Tað hevur ikki eydnast okkum at staðfesta orsøkina til, at lýsingarnar loysnaðu, men helst eru talan um eina samanrenning av fleiri viðurskiftum.

Partarnir hava endurskoðað mannagongdina, tá lýsingar verða lagdar á, og vit vænta, at vit við hesum í bestan mun kunnu tryggja, at tað ikki kemur fyri aftur, at lýsingarnar á gólvinum loysna.

Dómaraskeið 6. og 7. september

22. august 2019

Dagarnar 6. – 7. september skipar HSF fyri dómaraskeiðum. Skeið verða bæði fyri nýggjum og royndum dómarum.

Einar og Magni skulu venja U04 kvinnur

21. august 2019

HSF hevur gjørt eina tvey ára avtalu við Einar Jónsson, um at gerast landsliðsvenjari fyri U04 kvinnur. Magni Thomsen verður hjálparvenjari.

U17-kvinnur: Tryggjaðu fimta plássið

11. august 2019

Føroysku U17-kvinnurnar tryggjaðu sær í morgin 5. plássið í EM-kappingini í Tbilisi í Georgia. Føroyar vunnu ein greiðan 30-16 sigur á vertstjóðini, eftir 18-8 í hálvleikinum.