Taptu fyri Sveis

U18-landsliðið við monnum mátti seinnapartin lúta fyri Sveis í sínum síðsta dysti í bólkaspælinum í EM-kappingini í Georgia. 

Føroyar byrjaðu stak illa og komu afturum 5-0 og eisini 8-2. Eftir tvey “time out”, raknaðu føroysku leikararnir við og spældu seg innaftur í dystin. Tá farið var til hálvleiks var støðan 16-14 til Sveis.

Í seinna hálvleiki gekk javnt á og einu løtuna var bara eitt mál á muni. Tað kom tó ongantíð reiðiliga glið á føroyska spælið og Føroyar komu ongantíð nærri. Síðstu løtuna skrædnaði aftur og endaliga úrslitið gjørdist 29-26 til Sveis.

Ein maður, sum aftur var ógvuliga eyðsýndur í dystinum í dag, var føroyski málverjin, Pauli Jacobsen. Hann stóð ein branddyst og varð valdur til dagsins leikara. Hetta er triðji dystur av fimm, har hann er valdur til besta mann á vøllinum.

Við ósigrinum endaðu Føroyar á einum fjórða plássi í bólkinum við fýra stigum og skulu nú spæla plaseringsdystir. Leygardagin er dystur móti verttjóðini, Georgia, á skránni.

Málskjúttar:
Hákun West av Teigum, 5
Pauli Mittún, 5
Tróndur Mikkelsen, 5
Elias á Skipagøtu, 4
Julian Kragesteen, 3
Heini á Heygum, 2

Pauli Jacobsen, 1
Sakaris Aviano Sakarisson, 1

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.