Taptu fyrra dystin móti Ukraina

Føroyar taptu við ellivu málum móti Ukraina í Kiev í kvøld. Úrslitið var 30-19. 

Føroyar byrjaðu væl og høvdu leiðsluna til 7-6. Álopsspælið var gott, men tað haltaði í verjuni. Hetta varð ikki rættað stórvegis upp uppá, og sum fyrri hálvleikur leið, byrjaðu ukrainar at draga frá. Hálvleiksstøðan var 17-12.

Sama gongdin helt fram í seinna hálvleiki, har ukrainar høvdu í so lætt við at koma til skot. Hetta ávirkaði eisini føroyska álopsspælið, sum stundum var sera stirvið, umframt at opnir málmøguleikar vórðu brendir.

Tað gjørdi ikki støðuna frægari, at ukrainsku áskoðararnir róptu “buuh” hvørja ferð Føroyar vóru í álopi, umframt at tveir hallarspeakarar koyrdu á heimaliðið.

Leygardagin ber til at fáa uppreisn, tá Føroyar og Ukraina bresta saman í Royal Arena í Keypmannahavn, har væntandi 3.000 føroyskir áskoðarar fara at heppa á leikararnar.

Málskjúttar:
Jónas G. Djurhuus, 5
Niklas Selvig, 5
Kjartan Johansen, 4
Peter Krogh, 3
Rói Berg Hansen, 1
Hans Eli Sigurbjørnsson, 1

 

EM lutakast hósdagin

17. apríl 2024

Í morgin, hósdagin kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Basel, Innsbruck ella Debrecen.

Nýggj dystar- og úrslitasíða

16. apríl 2024

HSF hevur í dag hevur fingið nýggja dystar- og úrslitasíðu, sum sæst undir “Kappingar” á heimasíðu okkara.

Væleydnað skeið saman við Styrkisambandinum

16. apríl 2024

Í gjár var skeið fyri styrkivenjarum úr teimum ymsu feløgunum. Talan var um skeið í samstarvi við Føroya Styrkisamband og Pól Hendrik Andreasen og Frank Petersen, venjarar.