Taptu týdningarleysan dyst

Føroysku U18-menninir fingu ein avsmurning móti Slovenia í dag. Slovenia vann dystin 33-23, eftir 20-13 í hálvleikinum.

Tað var greitt undan dystinum, at hann ikki hevði týdning fyri støðuna á stigatalvuni hjá Føroyum, tí Føroyar høvdu longu vunnið millumrundubólkin. Hetta gav venjarunum møguleikan at royna ymsar aðrar uppstillingar og vóru ávísir leikarar, sum hava spælt nógvar minuttir, hvíldir. Herímillum Ísak Vedelsbøl, Rói Thomsen og Rókur Ziskason, sum allir hava spælt nógv í bæði verju og álopi.

Slovenar hinvegin, høvdu nógv at spæla fyri. Teir skuldu vinna við fleiri enn 7 málum fyri at koma víðari til endaspælið um 9. – 12. pláss og somuleiðis vinna sær HM og EM plássini.

Óli Mittún byrjaði eisini uttanfyri, men kom hann inn longu eftir 8 minuttir, tí strilti gekk at koma til møguleikar í álopinum. Eftir at hann kom inn, kom meira ferð í álopsspælið og betri flog yvir spælið. Óli skoraði 7 mál í dystinum uppá 7 møguleikar, 6 uppá brotskøst og eitt langskot.

Tað vóru slovenar, sum løgdu seg greitt á odda frá byrjan og var støðan 6-3 eftir 10 minuttir. Føroyska liðið hekk tó væl í, men tá 10 minuttir restaðu av fyrra hálvleiki, skrædnaði veruliga og struku slovenar avstað til heili 20-13, sum var støðan í hálvleikinum. Føroyska liðið hevði hesa løtuna roynt seg við 7 móti 6 spælið, sum hepnaðist minni væl. Skoringsprosentini av vengrunum vóru ov lág, fleiri bóltar vóru mistir og hartil gekk illa at halda kropssterku slovenunum í verjupartinum.

Verjan batnaði í seinna hálvleiki og fingu slovenar bert 13 mál. Torstein Sivertsen, sum stóð allan dystin í føroyska málinum dag, undantikið brotskøstini, hevði fleiri góðar bjargingar. Aleksandar Lacok kom bert inn til brotskøstini, sum hann tók heili 3 av 4 av í dag.

Føroyska liðið spældi við 7 móti 6 tað mesta av seinna hálvleiki og komu okkara fyri tað mesta til góðar møguleikar, men kunnu slovenar takka sínum málverja fyri, at sigurin gjørdist somikið stórur, at teir vunnu seg víðari úr bólkinum. Hann stóð sera væl og var eisini kosin til dagsins leikara.

Sera stór frøi var á slovenum tá dysturin var av, tá teir nú eisini hava vunnið seg til HM og EM og sleppa at spæla um 9. – 12. pláss í kappingini.

Dagsins leikari hjá Føroyum var kosin John Skaalum Vilhelm, sum fekk fleiri góð mál á vonginum í fyrra hálvleiki.

Føroyar skulu nú møta vertunum úr Montenegro, sum blivu nummar tvey í hinum millumrundubólkinum. Tann dysturin verður fríggjadagin kl. 19.30, har vinnarin at tí dystinum skal spæla um 9. pláss og taparin um 11. pláss í EM-endaspælinum. Teir dystirnir verða leygardagin.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 7
John Skaalum Vilhelm 3
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Trúgvi Hávardsson 2
Tróndur Johnsson 2
Marcus Bramsen 2
Búi Poulsen 1
Høgni Heinason 1
Niklas Gaard 1
Rói Hjaltason 1

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.