Tey bestu í hondbólti

Árliga hondbóltsgallaveitslan var í gjárkvøldið, har bestu spælarar, venjarar og dómarar vórðu heiðraðir.

Sjey ymsir heiðrar vóru hjá monnum og kvinnum, umframt at ársins lið varð sett. Greypuvinnararnir úr Vestmanna fóru avstað við flest heiðrum, meðan 17 ára gamla Maria Halsdóttir Weyhe úr H71 fekk flest persónligar heiðrar.

Kvinnur
Ársins toppskjútti: Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Ársins venjari: Ingi Olsen, VÍF
Ársins málverji: Kristina Griksaite, VÍF
Ársins verjuleikari: Durita Christophersen Jojic, VÍF
Ársins stjørnuskot: Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Ársins áleypari: Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Ársins leikari: Agnas Olsen, VÍF

Menn
Ársins toppskjútti: Filip Jojic, VÍF
Ársins venjari: Jeppe Borch, Neistin
Ársins málverji: Nicholas Satchwell, Neistin
Ársins verjuleikari: Rókur Akralíð, Kyndil
Ársins stjørnuskot: Høgni Zachariassen, Neistin
Ársins áleypari: Filip Jojic, VÍF
Ársins leikari: Rasmus Søby, Neistin

Ársins dómarapar:
Arnar Dam og Gert Hansen

Ársins lið kvinnur
Kristina Griksaite, VÍF – málverji
Heidi Maria Akselsen, VÍF – høgri vongur
Durita C. Jojic, VÍF – høgri bakkur
Agnas Olsen, VÍF – spælskipari
Liljan Djurhuus, VÍF – vinstri bakkur
Turið Arge, Kyndil – vinstri vongur
Durita Toftum Joensen, H71 – strikuspælari

Dia Midjord og Sophus Dal Christiansen hava valt ársins hvonn-lið.

Ársins lið menn
Nicholas Satchwell, málverji – Neistin
Leivur Mortensen, vinstri vongur – H71
Filip Jojic, vinstri bakkur – VÍF
Hans Eli Sigurbjørnsson, spælskipari – KÍF
Rasmus Søby, høgri bakkur – Neistin
Allan Norðberg, høgri vongur – StÍF
Rógvi Dal-Christiansen, Kyndil, strikuspælari – Kyndil

Sonni Larsen hevur valt ársins FTZ-lið.

Eitt umboð frá hvørjum felagi, venjarar og miðlafólk atkvøddu fyri bestu spælarum. Trý stig skuldu gevast fyri besta avrik, tvey fyri næstbesta og eitt fyri triðjbesta avrik.

Soleiðis varð atkvøtt: Yvirlit atkvøður 17-18 – Miðlar

 

Turið til topplið í Íslandi

17. mai 2018

Mikudagin gjørdu Turið Arge Samuelsen og Hondbóltsfelagið Haukar á Hafnarfirði avtalu um, at Turið spælir við besta kvinnuliðnum hjá Haukum kappingarárini 2018/19 og 2019/20.

Fríkast: Danir á føroyska landsliðnum

14. mai 2018

Kjak hevur stungið seg upp um hondbóltsspælarar, sum ikki hava føroysk ættarbond, skulu kunna spæla á føroyskum landsliði, nú málverjin hjá Neistanum, Nicholas Satchwell, er úttikin til bruttohópin hjá A-landsliðnum.

U16 landsliðið vann á U18 hjá Skjern

11. mai 2018

U16 landsliðið hjá Føroyum er í hesum døgum á venjingarlegu í Danmark. Í dag vóru tveir venjingardystir á skránni. Føroyar vunnu annan teirra.