Tíðindafundur í sambandi við HM-undankappingina

Í morgin, mánamorgun kl. 10.00, verður tíðindafundur í sambandi við HM-undankappingina hjá monnum, sum verður í Høllini á Hálsi komandi vikuskiftið.

Tíðindafundurin verður hjá høvðustuðlið HSF´s, BankNordik, á Oknarvegi í Havn. Høvi verður at gera samrøður við landsliðsvenjararnar, leikarar og umboð fyri HSF.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

19. apríl 2024

Hesir 16 skulu møta Norðurmakedonia og spæla um eitt pláss í HM-endaspælinum.

Danmark, Sveis, Kroatia og FØROYAR

18. apríl 2024

Basel í Sveis verður heimstaðurin hjá føroyingum til EM-endaspælið hjá kvinnum í november/desember. Føroyar komu í bólk D saman við grannum okkara úr Danmark, vertunum Sveis og Kroatia.

EM lutakast hósdagin

17. apríl 2024

Í morgin, hósdagin kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Basel, Innsbruck ella Debrecen.