Tíðindi

Vunnu á Turkalandi

25. mars 2018

Føroysku U20-kvinnurnar vunnu í kvøld sín seinna dyst í HM-undankappingini, sum hevur verið í Føroyum um vikuskiftið. Tær vunnu 29-27 á Turkalandi.

Stríddust væl

23. mars 2018

Føroyska U20-landsliðið hjá kvinnum tapti 28-24 móti Slovenia í kvøld. Hetta var fyrsti dystur í HM-undankapping, sum Føroyar eru vertir fyri í Hoyvíkshøllini um vikuskiftið.

HM-gularótin gevur eyka motivatión

23. mars 2018

Tað sigur Marianna Geirsdóttir Eystberg, ið er ein av leikarunum á U20-landsliðnum, sum um vikuskiftið hittir Slovenia og Turkalandi. Vinnarin av hesum bólkaspælinum vinnur sær nevnliga beinleiðis pláss í HM-endaspælinum.

Tvíbýtt avrik

21. mars 2018

Føroyar løgdu bragdliga fyri og tað sá ógvuliga gott út teir fyrstu 20 minuttirnar. Føroyar komu framum 7-4, men hetta var eisini síðstu ferð, at føroysku kvinnurnar vóru á odda.