Tíðindi

Fríkast: Danir á føroyska landsliðnum

14. mai 2018

Kjak hevur stungið seg upp um hondbóltsspælarar, sum ikki hava føroysk ættarbond, skulu kunna spæla á føroyskum landsliði, nú málverjin hjá Neistanum, Nicholas Satchwell, er úttikin til bruttohópin hjá A-landsliðnum.

U16 landsliðið vann á U18 hjá Skjern

11. mai 2018

U16 landsliðið hjá Føroyum er í hesum døgum á venjingarlegu í Danmark. Í dag vóru tveir venjingardystir á skránni. Føroyar vunnu annan teirra.

Allan til Íslands

3. mai 2018

Allan Norðberg verður ikki at síggja í hvítu og reyðu STÍF blusuni næsta kappingarár. 24 ára gamli strandingurin hevur nevnliga gjørt ein tveyára sáttmála við íslendska felagið í Akureyri, KA.

Bruttohópurin móti Danmark úttikin

3. mai 2018

Nú byrja fyrireikingarnar hjá A-landsliðnum hjá monnum til EM-undankappingina. Fyrstu dystirnir eru í oktober ímóti Danmark og Montenegro.

Aðalfundurin 2019

8. mai 2019

Hondbóltssambandið boðar við hesum frá, at aðalfundur verður leygardagin 8. juni kl. 17.00 í læknamiðstøðini í Vestmanna. Víst verður til viðtøkurnar: http://hsf.fo/hsf/vidtokur/

Bruttohópurin hjá kvinnum úttikin

30. apríl 2018

Føroyar hava tveir dystir eftir í EM-undankappingini hjá A-landsliðnum við kvinnum, á hesum sinni. Fyrri dysturin er 30. mai á heimavølli móti Serbia og seinni dysturin er 3. juni á útivølli móti Svøríki.

Tey bestu í hondbólti

29. apríl 2018

Árliga hondbóltsgallaveitslan var í gjárkvøldið, har bestu spælarar, venjarar og dómarar vórðu heiðraðir.

Lív er danmarkarmeistari

23. apríl 2018

16 ára gamla Lív Poulsen úr Vestmanna vann danmarkarmeistaraheitið fyri U16 í gjár. Hon spælir við FC Midtjylland, sum vann finaluna á Skanderborg. Úrslitið var 25-24.