Tíðindi

Stóra hondbóltsvikuskiftið í myndum

20. februar 2018

Vit hava savnað nakrar bestubitar frá vikuskiftinum, sum myndamenninir, Álvur Haraldsen, Jens Kr. Vang, Sverri Egholm og Jóanis A. Nielsen hava tikið.  

Steypavinnarar 2018

19. februar 2018

Stóra steypavikuskiftið í nýggju Høllini á Hálsi er farið afturum. Heili 12 finalur vórðu spældar og stór sum smá hava stríðst um gullið í 520 minuttir samanlagt. 

Finalistar og tíðir

13. februar 2018

Leygardagin og sunnudagin er stóra finaluvikuskiftið í hondbólti, har stór sum smá hittast í finalu um at gerast meistari í Faxe Kondi kappingni 2018. 

Tvær ferðir Kyndil

11. februar 2018

Kyndil hevur tryggjað sær finalupláss við bæði kvinnum og monnum. 

Kyndil og VÍF annað beinið í finaluni

8. februar 2018

Við sannførandi sigrum í fyrru hálvfinaludystunum í gjárkvøldið, hava Kyndil og VÍF styrkt munandi um møguleikan at koma í Faxe Kondi-finaluna 2018.

Hesi hittast í hálvfinalunum

5. februar 2018

Um vikuskiftið gjørdist greitt, hvørji lið hava vunnið sær pláss í hálvfinaluumfarinum í Faxe Kondi kappingini og hvørji lið skulu dystast um at koma í sjálva finaluna.

Finalistarnir í ungdómsdeildunum

4. februar 2018

Leygardagin vórðu síðstu finaluliðini funnin, sum skulu hittast í stóra Faxe Kondi finaluvikuskiftinum 17. – og 18. februar.

H71 í átta finalum

29. januar 2018

Stór menning er farin fram í H71 seinnu árini og góða gongdin tykist at halda fram. Higartil hava átta lið hjá felagnum leikt seg í Faxe Kondi finaluna í stóra hondbóltsvikuskiftinum, sum í ár verður 17. og 18. februar.