Til reiðar at hitta Montenegro

Manslandsliðið spælur fyrsta EM-undankappingardystin í annaðkvøld. Mótstøðuliðið er Montenegro. Dysturin verður spældur í montenegriska høvuðsstaðnum, Podgorisa. 

Í kvøld var síðsta venjingin undan brakinum móti risunum úr Montenegro. Og tað eru ikki hvørjir sum helst, sum okkara menn skulu royna seg ímóti. Montenegrisku leikararnir spæla í bestu deildunum í Evropa. Teir flestu tátta í tveir metrar og viga væl omanfyri 100 kilo.

– Tað verður ein sera trupul dystur. Á pappírinum eru vit ikki á sama støði sum teir, men vit fara allir á vøllin at gera okkara ítarsta, sigur strikuleikarin hjá Føroyum, Helgi Hildarson Hoydal.

Landsdysturin millum Føroyar og Montenegro er í morgin, mikudagin, klokkan 16.30 føroyska tíð. Dysturin kann síggjast á ehftv.com.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.