Toymið handan toymið

Góðu úrslitini hjá A-landsliðnum hjá monnum í seinastuni hava vakt ans. Góð úrslit koma ikki av ongum og krevst hart arbeiði, venjing, stuðul og fyriskipan fyri at náa málunum.

Til flestu landsliðssamlingar, bæði hjá A- og U-landsliðum, er knýtt eitt toymið av foreldrum, sum hjálpa til við at gera mat og vera til handa. Soleiðis var eisini hesar dagarnar landsliðið skuldi spæla landsdystir móti Kekkia og Russlandi í Føroyum. Landsliðsleikararnir búðu saman á Hotel Djurhuus, men ótu frokost og døgurða í kantinuni í Høllini á Hálsi, har teir eisini vandu. Matinum stóð foreldratoymið fyri.

Talan er um fleiri foreldur, sum hava fylgt børnum teirra á teirra landliðshondbóltsleið í nógv ár, og hava summi ferðast kring alt Europa saman við teimum. Hetta hevur skapt eitt heilt serstakt samanhald og vinalag kring liðið. Hetta er serstakur, hjartaligur sjálboðin stuðul ið veruliga munar. Takk fyri øll somul!

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.