Tróndur avloysir Brand

Í morgin fer A-landsliðið hjá monnum av landinum til dystirnar móti Ukraina og Kekkia. Tíverri verður Brandur Halgirson ikki partur av ferðalagnum, tí hann er vorðin skaddur.

Brandur hevur drigist við ein skaða seinastu tíðina, sum hann vónaði fór at batna. Tíverri hevur tað ikki gingið tann rætta vegin, og hevur hann verið  noyddur at geva avboð. Í hansara stað, hava landsliðsvenjararnir tikið út Trónd Mikkelsen úr SUS Nyborg.

19-ára gamli Tróndur Mikkelsen er uppvaksin í Neistanum, men hevur hetta kappingarárið spælt við SUS Nyborg í næstbestu donsku deildini, har tað hevur gingið honum væl. Tróndur hevur verið partur av landsliðsbruttohópinum í eina tíð og hevur eisini royndir við føroysku ungdómslandsliðunum.

Føroyar spæla móti Ukraina í Kiev mikudagin 10. mars, móti Kekkia í Brno fríggjadagin 12. mars og heima í Føroyum móti Ukraina sunnudagin 14. mars.

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.