Tróndur avloysir Elias úti móti Russlandi

Í hesu vikuni skal A-landsliðið hjá monnum spæla heili tríggjar EM-undandystir, tveir móti Russlandi og ein móti Kekkia. Landsliðsvenjararnir hava tikið avgerð um, at ikki brúka Elias á Skipagøtu í fyrsta dystinum í Russlandi.

Elias er mitt í einum hørðum endaspælið um svenska meistaraheitið, og við skaðasøguni hjá Eliasi hava venjararnir mett, at tað er mest skynsamt at spara Elias í fyrsta dystinum í Russlandi. Elias verður tó við í teimum báðum seinni dystunum í Føroyum. Í hansara stað hava landsliðsvenjararnir úttikið Trónd Mikkelsen, sum dagliga spælir í næstbestu donsku deildini í SUS Nyborg. Tróndur skiftir til fremstu norsku deildina, til Viking Stavanger eftir summarsteðgin. Tróndur spældi sín fyrst a-landsdyst móti Kekkia í mars.

Føroyar spæla móti Russlandi í Moskva mikudagin 28. apríl, móti Kekkia í Havn fríggjadagin 30. apríl og í havn móti Russlandi sunnudagin 2. mai.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.