Trupult móti Hvítarusslandi

Føroysku U18-mennirnir høvdu tað trupult í fyrsta dystinum í Sparkassen Cup í Merzig í Týsklandi. Okkara taptu 22-19 fyri Hvítarusslandi, eftir hálvleiksstøðuna 16-11.

Okkara komu illa frá byrjan og vóru aftanfyri allan dystin. Hvítarussland legði bragdliga fyri og vóru frammanfyri 8-3 eftir 10 minuttir. Verjan stóð illa og málmaðurin fekk ikki rættiliga fatur. Í álopinum var ov illa brent og ov nógvar tekniskar villur. Roynt var við 7 móti 6 spæli einu løtuna, men hetta riggaði eiheldur nakað serliga væl.

Seinni hálvleikur var frægari. Álopið riggaði betri og Brandur Silvurstein í málinum hevði fleiri góðar bjargingar. Føroyar vunnu seg upp á 16-18 og høvdu yvirtalsstøðu, men hendan eydnaðist ikki serliga væl og mistu vit dystin hesa løtuna. Munurin gjørdist ov stórur og vóru vit ongantíð nær við at vinna dystin. Hóast glottar í spælinum í løtun, var hettar ikki okkara dystur, verjan fann aldrin rættiliga stevið, menn funnu ikki rættiliga hvønn annan í álopinum og ov nógvir møguleikar vóru brendir.

Dystargongdin (Leikt var 2×25 minuttir): 
5.min: 2-3
10.min 3-8
15 min: 5-11
20 min 9-12
30 min: 12-17
35 min: 13-18
40.min: 16-19
45 min: 17-22

Skráin í morgin:
Leygardagin 28. des kl. 13.00 Føroyar – Holland
Leygardagin 28. des kl. 18.20 Føroyar – HV Saar (Saarland – landslutir í Týsklandi har kappingin verður leikt)

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.