Tveir gevandi landsdystir móti Íslandi

Føroysku U16- og U18kvinnurnar leiktu tveir spennandi og gevandi landsdystir móti Íslandi í dag. Ísland vann báðar dystirnar við tveimum málum.

Føroysku U16-kvinnurnar taptu tepurt 25-23 fyri Íslandi, eftir at Ísland var á odda 17-13 í hálvleikinum.
Eitt góðkent avrik av okkara gentum, sum leiktu teirra fyrsta landsdyst.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 7
Joan Johannesen 4
Rakul Borgarlíð Joensen 3
Sára Hórðará 2
Karinbeth Kjærbæk 2
Ró Reginsdóttir 2
Elin Maria Rapa 2
Marta Højgaard 1
U18-kvinnurnar taptu eisini við tveimum málum. Úrslitið var 31-29 til Íslands, eftir hálvleiksstøðuna 17-17.

Liðini fylgdust í fyrru helvt av fyrra hálvleiki, har leikferðin var høg og var serliga Maria Pálsdóttir Nólsoy eyðsýnd í føroyska álopinum. Um miðjan fyrra hálvleik brendu okkara heldur illa og gjørdu nakrar tekniskar villu og kom Ísland fram um 8-5. Okkara komu tó væl aftur og fóru til hálvleiks við støðuni 17-17.

Føroyska liðið hevði sína bestu løtu í byrjanini av seinna hálvleiki. Silja Arngrímsdóttir Müller stongdi føroyska málið fyrstu 10 minuttirnar og var Lukka Arge eyðsýnd í álopinum við fleiri góðum langskotum. Føroyar komu fram um 21-17 áðrenn Ísland náddi at svara aftur. Fleiri feilir um miðjan hálvleik loyvdi tó íslendingum innaftur í dystin og vóru tað tær sum vóru omaná seinastu 10 minuttirnar av dystinum við einum ella tveimum málum.

Liðini hittast aftur í morgin kl. 15.00 og 17.30.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Lukka Arge 10 (7)
Karin Egholm 5
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 4
Lea Mohr 3
Maria Pálsdóttir 3
Barbara Hammer 3
Inga Maria Joensen 1

Málverji:
Silja Arngrímssdóttir Müller 8 bjargingar

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.