Tvey greið tap fyri Íslandi

Kvinnulandsliðið leikti í vikuskiftinum tveir venjingardystir móti Íslandi í Hafnafirði. Báðir dystirnir endaðu við greiðum tapi.

Fyrri dysturin, sum var leygardagin endaði 28-20, meðan dysturin sunnudagin endaði 34-19. Sostatt var talan um tvey størri tap, men var talan um eitt føroyskt landslið við fleiri nýggjum andlitum og eitt lið sum fyrst og fremst skal spælast saman. Liðið spældi til tíðir væl, serliga í seinna hálvleiki í fyrra dystinum og í fyrra hálvleiki í seinna dystinum. Tó vóru fleiri løtur, har tað riggaði illa og var hetta revsa beinanvegin av royndara íslendska liðnum, sum runnu okkara niður.

Føroyska kvinnulandslið skal spæla aftur í mars mánaði, tá tær spæla tveir EM-undandystir móti Ukraina.

Leygardagin 23. november
Ísland – Føroyar 28-20
Málskjúttar: Pernille Brandenborg 5, Maria Halsdóttir Weyhe 4, Marita Mortensen 3, Marianna G. Eysteberg 3, Lív S. Poulsen 2, Kristianna H. Joensen, 2, Fríða á Dunga 1

Sunnudagin 24. november
Ísland – Føroyar 34-19
Málskjúttar: Tóra Eliasen 3, Kristianna H. Joensen 3, Martia Mortensen 2, Maria Halsdóttir Weyhe 2, Pernille Brandenborg 2, Marianna G. Eystberg 2, Lív S. Poulsen 2, Anna Brimnes 1, Ró Tova Nielsen 1

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.