Tvíbýtt avrik

Føroyar løgdu bragdliga fyri og tað sá ógvuliga gott út teir fyrstu 20 minuttirnar. Føroyar komu framum 7-4, men hetta var eisini síðstu ferð, at føroysku kvinnurnar vóru á odda. 

Tað var ein sera málfátækur dystur og tá farið var til hálvleiks var støðan 7-7.

Í seinna hálvleiki var lítil og eingin broddur í verju- og álopsspælinum hjá Føroyum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki kom av álvara stígur í og Makedonia dróg frá.

Endaliga úrslitið gjødist 15-22.

Føroysku málskjúttarnir:
Turið Arge 5
Kristianna H. Joensen 4
Marianna Geirsdóttir Eystberg 3
Daniella Joensen 2
Eir Berg 1
Bára K. Hansen 1
Durita Jojic 1

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.