Tvíbýtt úrslit hjá U16

U16 landsliðið við kvinnum tekur lut í kappingini European Open, sum byrjaði í gjár í  svenska býnum Gøteborg.

Føroyar hava spælt tríggjar dystir og vunnið ein teirra. Í gjár vunnu Føroyar 20-15 á Litava. Føroysku genturnar spældu eisini móti Hollandi og taptu 20-16.

Ein dystur hevur harumframt verið í morgun móti Ungarn, men mótstøðan var alt ov sterk og Føroyar taptu 28-7.

Seinni í dag skulu Føroyar royna seg móti Georgia.

Tjúgu lond eru við í kappingini, harímillum sterkar tjóðir sum Svøríki, Russland, Norra, Spania og Frakland. Londini eru býtt sundur í fýra bólkar, har tvey tey bestu fara víðari í tveir bólkar, har hálvfinalistarnir skulu finnast. Hini tólv londini dystast um plaseringarnar frá níggju til 20.

Sekstan gentur úr H71, Kyndli, Neistanum, VÍF, VB, EB og StÍF eru við í hópinum hjá Føroyum.

Ungu spælararnir størri leiklut

20. september 2018

Neistin er mest vinnandi kvinnulið í Føroyum. Síðan 1943 hevur bláa havnarliðið vunnið FM-heitið 41 ferðir. Seinast neistakvinnur vunnu FM var í 2016.

Stjørnan vil longur fram

18. september 2018

Klaksvíksdamur vóru at kalla einaráðandi í hondbólti í nullunum. Frá 2000 til 2010 vann Stjørnan FM-heitið seks ferðir og var í 10 steypafinalunum frá 2002 til 2011, har sjey teirra vórðu vunnar. Seinastu árini hevur Stjørnan tó runnið aftaná. 

Skulu vinna fleiri heimadystir

17. september 2018

StÍF endaði á einum fimta plássi í fjør við 18 stigum. Tað eiga teir at klára betur. Tað sigur Jóannes Prestá.