U-landsliðini venja dúgliga

Øll ungdómslandsliðini í hondbólti eru altíð serliga virkin í summarmánaðunum og hetta summarið er einki undantak, tí stórar kappingar liggja fyri framman.

Síðsta vikuskiftið vóru øll fimm ungdómslandsliðini hjá Hondbóltssambandinum í gongd, og at kalla øll vikuskiftir eru bókaði við venjingum fram til tey av álvara skulu royna seg.

U17-landsliðið við monnum skal til EM-kapping í Svøríki í døgunum 1. til 5. juli. Hetta er fyrstu ferð, at hesin aldursbólkur skal vera við í altjóða kapping.

Um miðjan juni, frá 15. til 21. juli, skal U19-landsliðið við kvinnum taka lut í HM-kapping í Litava. Fleiri av leikarunum eru lyklaleikarar í bestu kvinnudeildini í Føroyum, umframt at nakrir spæla uttanlands.

Í august skal U17-landsliðið við kvinnum spæla HM-kapping í Georgia. Leikararnir royndu seg á fyrsta sinni í altjóða kapping í fjørsummar.

Einasti aldursbólkur, sum onga kapping hevur í summar, eru leikararnir, sum eru føddir í ár 2000. Teir skulu í næsta ár taka lut í HM-kapping fyri U20-landslið.

 


U19


U17

Dystur í dystinum

15. juni 2019

Dysturin móti Danmark kann fáa týdning fyri, hvørja kapping Føroyar skulu taka lut í í 2021. 

Munurin var trý mál

13. juni 2019

Føroyar taptu 21-24 fyri Montenegro í næstseinasta dysti í EM-undankappingini. 

Farum Arena tekur skap

12. juni 2019

Tað hevur verið stákast og gjørt klárt síðan tíðliga í morgun í dystarhøllini, Farum Arena, til heimadystin hjá Føroyum í annaðkvøld.