U17 til Georgia at kappast

Okkara yngsta kvinnulandslið er í holt við fyrireikingarnar til EM-kapping í Tbilisi í Georgia, W17 Championship, sum verður í døgunum 2. til 12. august. 

10  lond eru við, býtt í tveir bólkar. Føroyar eru í bólki við Serbia, Bulgaria, Ukraina og Grikkalandi.

Vinnari av bólkinum skal spæla hálvfinalu móti tveyaranum í hinum bólkinum og øvugt. Tann, ið vinnur kappingina, vinnur sær beinleiðis atgongd til HM-endaspælið fyri U18-landslið í 2020 og til EM-endaspælið fyri U19-landslið í 2021.

Leikararnir eru føddir í 2002 og seinni. Dia Midjord er høvuðsvenjari, Anya Skylv Midjord er hjálparvenjari og Jóhan Hofgaard er málverjuvenjari.

 

 

Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

17. januar 2020

Hetta vikuskiftið byrjar Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum og monnum. Ungdómsliðini byrjaðu longu fyri jól og eru U18 finalistarnir longu funnir.

Føroya Tele stuðlar hondbóltinum

17. januar 2020

Hondbóltssambandið og Føroya Tele hava gjørt stuðulsavtalu og verður Føroya Tele nú ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF.

Fyrsti sigur í HM-undankapping

12. januar 2020

Føroyar hava í dag vunnið sín fyrst sigur í einari HM ella EM-undankapping. Dysturin móti Luksemborg endaði 24 – 22, eftir 11-10 í hálvleikinum Luksemborg – í Luksemborg.