U10- og U12-kappingar útsettar

Í mun til dagsins broyttu tilmæli hevur HSF tikið avgerð um, at U12 kappingarnar leygardagin 11. des og U10 kappingarnar leygardagin 18. des, verða útsettar til eftir nýggjárs.
Hjá U14 og eldri verður, í útgangsstøði, leikt eftir dystarskránni. Dystir kunnu tó útsetast sambært koronaleiðreglunum hjá HSF, um tríggir ella fleiri leikarar eru raktir av korona ella sóttarhaldi. 20200903-HSF-Korona-leiðreglur.docx (live.com)

Víst verður annars til yvirskipaðu almennu tilmælini til dystir fyri U14 og eldri, herundir at í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast og kravið um koronapass.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.