U16 endaði nummar 16

U16 landsliðið við kvinnum endaði á einum sekstanda plássi í European Open, ið hevur verið í Gøteborg í Svøríki síðan mánadagin. 20 lond luttóku.

Londini vóru býtt sundur í fýra bólkar, har tvey tey bestu fóru víðari í tveir bólkar. Hini tólv londini skuldu dystast um plaseringarnar frá níggju til 20.

Føroyar vóru í bólki við Hollandi, Ungarn, Litava og Georgia. Føroyar vunnu móti Georgia og Litava, men tað var ikki nokk fyri at koma víðari, og tí skuldu føroysku genturnar spæla plaseringsdystir.

Fleiri børn spæla hondbólt

13. november 2018

Fleiri børn enn nakrantíð spæla hondbólt. Kappingarárið 2018/19 eru 152 ungdómslið tilmeldaði. Tað eru fimm lið fleiri enn í fjør, sum eisini setti met við seks fleiri liðum enn árið fyri.

U17 til Georgia og U19 til Litava

12. november 2018

Um vikuskiftið var lutakast til HM-undankappingina hjá U17- og U19-landsliðunum hjá kvinnum.

Kvinnulandsliðið úttikið

8. november 2018

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í døgunum 30. november til 2. desember.