U16-kvinnur: Sannførandi sigur á Finnlandi

Føroysku U16-kvinnurnar vunnu ein greiðan 22-18 sigur á Finnlandi í dag, eftir hálvleiksstøðuna 16-10.


Føroyska liðið byrjaði dystin væl og legði seg fram um 4-1, áðrenn Finnland svaraði aftur til 4-4. Tað var serliga um miðjan fyrra hálvleik, at okkara gjørdu eitt hál og løgdu seg fram um við fleiri og fóru til hálvleiks við 16-10.

Seinni hálvleikur var meira javnur og var spælið til tíðir ósamanhangandi og nervøst. Finland minkaði nakað um munin, men megnaðu okkara at halda fast og vunnu at enda við fýra málum.

Í morgin eru tveir dystir á skránni. Kl. 10.00 spæla Føroyar og Ísland og kl. 14.00 Føroyar og Lettland.

Úrslit og støður frá European Open síggjast her:
W16 European Open (eurohandball.com)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 6
Katrin Hansen 3
Rakul Borgarlíð Joensen 3
Ró Reginsdóttir 3
Helena Magnusardóttir 2
Agatha Djurhuus 2
Fjóla Skaalum Vilhelm 1
Sára Sóleyardóttir Hórðará 1
Joan Johannesen 1

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.