U16 landsliðið vann á U18 hjá Skjern

U16 landsliðið hjá Føroyum er í hesum døgum á venjingarlegu í Danmark. Í dag vóru tveir venjingardystir á skránni. Føroyar vunnu annan teirra.

Venjarin hjá føroysku dreingjunum, Julian Johansen, hevði valt at býta føroyska hópin upp í tvey lið, so allir sluppu at royna seg. Lið 1 spældi móti U18 hjá Skjern, meðan lið 2 spældi móti U16.

Tað gekk serliga væl hjá liði 1, sum vann á eldru dreingjunum úr Skjern, ið hevur tveir spælarar, sum eisini eru á ligaliðnum hjá felagum, har ein teirra harumframt er á danska U18 landsliðnum. Føroyar vunnu 27-24. Venjarin hjá U18 hjá Skjern er Henrik Kronborg, ið eisini er hjálparvenjari hjá hondbóltsmonnunum hjá Danmark.

Lið 2 hjá Føroyum taptu sín dyst, men spældu ein góðan seinna hálvleik. U16 landsliðið eru dreingir føddir í 2002 og 2003. Teir flestu á liði 2 eru yngri árgangurin.

Málverjar
Pauli Jacobsen, H71
Brandur Silvurstein, VÍF

Útileikarar
Baldur Gillason, H71
Kristoffur Bjørgvinn, Kyndil
Janus Dam, H71
Pauli Høj, Neistin
Elias á Skipagøtu, H71
Sveinur Olafsson, H71
Martin Nielsen, VÍF
Ovi Lutzen, Kyndil
Ári Rúnasson, H71
Pauli Mittún, H71
Rókur G. Eystberg, Kyndil
Rói á Skipagøtu, H71
Bjarni í Selvindi, STÍF
Silas Vang, H71
Jón Rói Høgnesen, H71
Hákun Vest av Teigum, H71
Bogi Hansen, H71
Brian Slyne, H71
Sakir T. Frídal, H71
Ragnar Karlsson, H71

 

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.