U16-menn: Bjóðaðu Íslandi av

Føroysku U16-dreingirnir reistu seg væl og virðiliga í seinna dystinum móti Íslandi.

Eftir misjavna avrikið móti Íslandi í gjár, tá Føroyar taptu væl og virðiliga, 34-21, bjóðaðu okkara veruliga av í dag. Dysturin gekk javnt á og vóru Føroyar fyri tað mesta frammanfyri. Tað var ikki fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, at Ísland vann seg fram um og vunnu dystin 25-22, hetta eftir hálvleiksstøðuna 12-11 til Ísland.

Tað var eyðsýnt frá byrjan, at okkara vildu vaska stórtapið frá í gjár av sær. Ungu menninir vóru sera tendraðir, og stóð verjan væl betri enn í gjár saman við málverjanum. Til tíðir var tendringin heldur høg, tí tað kostaði eisini nógvar útvísingar, har fleiri vóru ódisiplineraðar og óneyðugar.

Í álopinum var Rúnar Hammer aftur berandi í dag og kom Haraldur Karlsson eisini betri í spæl. Hartil gekk eisini betri at fáa vengurnir í spæl í dag og høvdu Jákup Egholm í vinstru og Magnus Árason í høgru eisin ein størri leiklut í dag.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rúnar Hammer 6 (2)
Jákup Egholm 6 (3)
Magnus Árason 3
Haraldur Karlsson 3
Magnus Rubek Calsen 2
Jógvan Andreas Lamhauge 1
Jón Midjord 1

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.