U16 til European Open

Holland, Ungarn, Litava og Georgia eru mótstøðulið í bólkaspælinum, tá føroysku U16 genturnar fyrst í juli taka lut í kappingini European Open. Kappingin, sum er døgunum 2. til 6. juli, verður hildin í svenska býnum Gøteborg, og hon er samstundis sum stóra summarkappingin Partille Cup.

Føroyska liðið hevur vant miðvíst til kappingina í Svøríki, sum er fyrsta avbjóðing uttanlands hjá hesum gentum. Á sumri næsta ár skulu genturnar royna seg í EM-undankappingini fyri U17-lið.

Í European Open kappingini í Svøríki taka tjúgu lond lut, harímillum sterkar tjóðir sum Svøríki, Russland, Norra, Spania og Frakland. Londini eru býtt sundur í fýra bólkar, har tvey tey bestu fara víðari í tveir bólkar, har hálvfinalistarnir skulu finnast. Hini tólv londini dystast um plaseringarnar frá níggju til 20.

Sekstan gentur úr H71, Kyndli, Neistanum, VÍF, VB, EB og StÍF eru við í hópinum. Venjarar eru Kári Nielsen, Dia Midjord, Anya Midjord og Jóhan Hofgaard.

Ferðalagið fer til Svøríkis sunnudagin 1. juli og er heima aftur eina viku seinni.

Tær, sum eru úttiknar eru:

Rannvá Olsen, VÍF
Rakul Wardum, Kyndil
Natasja Hammer, Kyndil
Vár Brattalíð, VB
Bára Hansen, H71
Jana Mittún, H71
Elsa Egholm, H71
Alda Gilladóttir, H71
Brynhild Pálsdóttir, H71
Lív Rúnadóttir, H71
Judith Johansen, STÍF
Lea Símunardóttir Lisberg, EB
Sára Jacobsen, EB
Petra Andrea Larsen, Neistin
Katrina Mortansdóttir, Neistin
Rúna Jógvansdóttir Larsen, Neistin

 

 

Fleiri børn spæla hondbólt

13. november 2018

Fleiri børn enn nakrantíð spæla hondbólt. Kappingarárið 2018/19 eru 152 ungdómslið tilmeldaði. Tað eru fimm lið fleiri enn í fjør, sum eisini setti met við seks fleiri liðum enn árið fyri.

U17 til Georgia og U19 til Litava

12. november 2018

Um vikuskiftið var lutakast til HM-undankappingina hjá U17- og U19-landsliðunum hjá kvinnum.

Kvinnulandsliðið úttikið

8. november 2018

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í døgunum 30. november til 2. desember.