U17-kvinnur: Bastu Italia!

Føroysku U17-kvinnurnar vunnu sera tætta og spennandi dystin móti Italia í dag. Úrslitið gjørdist 27-25 dystin, eftir hálvleiksstøðuna 12-11 til Føroyar.

Talan var um ein sera avgerandi dyst í dag um plássini í hálvfinalunum. Dysturin var eisini sera tættur allan vegin ígjøgnum og var tað ikki fyrr seinastu løtuna at Føroyar tryggjaðu sær stigini.

Føroyska liðið byrjaði heldur trilvandi og gjørdu okkara heldur nógvar feilir. Eisini høvdu okkara sera ilt við at skora frá vengrunum. Dysturin gekk javnt á og vóru ongantíð meira enn tvey mál á muni í fyrra hálvleiki, har liðini skiftust um at vera frammanfyri.

Føroyska liðið kom fram um í byrjanini av seinna hálvleiki, men megnaðu okkara ongantíð veruliga at rista Italia av. Simona Michelsen Kass kom inn í føroyska málið og tók fleiri bóltar og gekk samanspælið millum spælskiparan Maria Pálsdóttir Nólsoy og strikuna Sáru Sigrunardóttir Mikkelsen eisini sera væl.

Føroyar liðið var frammanfyri 25-21 tá 4 minuttir restaðu, men gjørdu tvær útvísingar at Italia kom innaftur í dystin og var bert hitt eina málið á muni síðstu løtuna, áðrenn Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe avgjørdi dystin í seinasta álopinum.

Føroyska liðið møtir Estlandi hósdagin kl. 11.00 í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Estland er veikasta liðið í bólkinum, og sær tað sostatt gott út fyri tað føroyska liðið at vinna sær pláss í hálvfinaluni.

Dagsins leikarin fyri Føroyar var kosin strikuleikarin Sára Sigrunardóttir Mikkelsen.

Úrslit og støður í kappingini síggjast her:
Home – W17 Championship Georgia (geohandball.ge)
ella her.
W17 EHF Championship 2021 (eurohandball.com)

Dystargongdin:
Føroyar – Itali
5 min. 2-1
10 min. 4-4
15 min. 6-6
20 min. 7-8
25 min. 10-9
30 min. 12-11
35 min. 14-13
40 min. 17-14
45 min. 19-17
50 min. 21-20
55 min. 24-21
60 min. 27-25

Málskjúttar hjá Føroyum:
Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Lukka Arge 4
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 4
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 2
Karin Egholm 2
Marita Fríða Thomsen 2
Bjørk Franksdóttir Joensen 2
Poula Fríðheim Petersen 1
Lea Mohr 1

Atgongumerki til Norðurmakedonia – Føroyar

26. mars 2024

Stórur áhugi er fyri útidystinum hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini móti Norðurmakedonia sunnudagin tann 12. mai í Skopje.

U-landsliðini saman á páskum

25. mars 2024

Nú í páskavikuni savnast fleiri av okkara yngri landsliðum til venjingar. U08-kvinnur, U06-kvinnur og U06-menn eru saman og fyrireika seg til sínar ymsu uppgávur í summar.

Niðurlond, Føroyar, Ukraina og Kosovo

21. mars 2024

A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 6 saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo til EM-undankappingina til Euro 2026.