U17-kvinnur: Eitt mál restaði í

Føroyska U-17 liðið hjá kvinnum spældi í morgun javnleik móti Ukraina. Tað restaði sostatt bert eitt mál í at røkka hálvfinaluna í EM-kappingini í Georgia. Úrslitið gjørdist 26-26, eftir 15-13 til Ukraina í hálvleikinum.

Talan var um ein avgerandi dyst, har vinnarin fekk annað plássið í bólkinum og harvið pláss í hálvfinaluni. Føroyar skuldi vinna dystin, meðan Ukraina hevði nokk við javnleiki.

Føroyska liðið kom illa frá byrjan í dystinum. Spælið var stirvi, timingin sat ikki, okkara brendu ov nógvar møguleikar og gjørdu ov nógvar tekniskar villur. Føroyska liðið kom tó so spakuliga inn í dystin. Jana Mittún var serliga eyðsýnd saman við  Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum kom inn.

Munurin var bert tvey mál í hálvleikinum og einki var avgjørt. Føroyska liðið hekk í ukrainska og tá 10 minuttir restaðu komu okkara uppá javnt 23-23. Føroyska liðið var frammanfyri seinastu løtuna og hevði møgulleikan at avgera dystin seinasta álopinum, men tað eydnaðist ikki. Okkara vóru ikki nóg neyvar seinastu 5 minuttirnar og glapp hálvfinalan akkurát.

Føroyska liðið skal við hesum spæla um fimta plássið í kappingini.

Jana Mittún var vald til dagsins leikara hjá Føroyum í dystinum.

Dystargongdin: 
5 min: 1-3
10 min: 3-7
15 min: 4-9
20 min: 7–11
25 min: 11-14
35 min: 15-17
40 min: 16-20
45 min: 20-23
50 min: 23-23
55 min: 24-24
60 min: 26-26

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 10
Maria Pálsdóttir Nólsoy 9 (3)
Lív Zachariasen 2
Brynhild Pálsdóttir 1
Rannvá Olsen 1
Elsa Egholm 1
Lea Mortensen Mørk 1
Elsa Holm Jacobsen 1

Úrslit og støður í kappingini síggjast her:
http://eurohandball.com/ech/01-02/17/women/2019/round/1/Championship+-+GEO

Myndir, stroyming o.a. sæst her:
https://w17ehf.geohandball.ge/

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.