U17-kvinnur: Framúr javnleikur móti Serbia

Føroysku U17-kvinnurnar hava fingið eina góðu byrjan uppá EHF Championship kappingina. Liðið leikti ein flottan 26-26 javnleik móti Serbia í dag. 

Serbia er stór hondbóltstjóð, og eru tær eisini ein av favorittunum til EHF Championship kappingina í Georgia. Hini liðini í kappingini eru Niðurlond, Ukraina, Georgia, Luksemborg, Italia og Estland.

Føroyska liðið byrjaði dystin væl, góð ferð var í álopsspælinum og komu okkara til góðar málmøguleikar í flestu álopunum. Liðið vísti breidd og fingu mál av øllum plássum. Serbiska liðið var gott og leikti eisini við høgari leikferð. Tær vóru kropssterkar og var tað serliga nr. 4 Tamara Mandic, á miðjuni, sum okkara høvdu trupult við at steðga. Liðini fylgdust tað mesta av fyrra hálvleiki og vóru ongantíð meira enn tvey mál á muni, Serbia hevði tó munin og fóru liðini til hálvleiks við støðuni 14-12 til Serbia.

Føroyska liðið legði fyri sum eitt óløgi í seinna hálvleiki og hevði innan 5 minuttir lagt seg á odda 16-15. Føroyski málverjin, Silja Arngrímsdóttir Müller, kom væl í gongd og var stórspælandi í fleiri løtum í seinna hálvleiki. Føroyar vóru á odda fram til 10 minuttir fyri leiklok, tá Serbia hálaði seg upp á javnt aftur. Liðini skiftust um at vera frammanfyri við einum máli seinastu 10 minuttirnar, men skulu serbisku kvinnurnar verða heldur fegnari fyri javnleikin, tí okkara vóru nærri at fáa bæði stigini seinastu løtuna.

Í álopinum hjá Føroyum var Maria Pálsdóttir Nólsoy sera eyðsýnd og stýrdi hon spælinum væl og hevði fleiri góð langskot, sum góvu mál. Hon var eisini kosin til dagsins leikara í dystinum.

Úrslit og støður í kappingini síggjast her:
W17 EHF Championship 2021 (eurohandball.com)

Dystargongdin:
Føroyar – Serbia
5 min. 2-3
10 min. 5-4
15 min. 6-7
20 min. 9-9
25 min. 11-12
30 min. 12-14
35 min. 16-15
40 min. 18-17
45 min. 21-19
50 min. 23-21
55 min. 24-24
60 min. 26-26

Málskjúttar hjá Føroyum:
Maria Pálsdóttir Nólsoy 9
Karin Egholm 4
Lukka Arge 4
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 3
Marita Fríða Thomsen 3
Inga Maria Roysdóttir 1
Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe 1
Lea Mohr 1

Kvinnulandsliðið styrkismett nr. 27 í Evropa

2. desember 2022

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðka frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.