U17-kvinnur: Tryggur sigur á Kosovo

Føroyska U17-kvinnulandsliðið endaði sum nr. 7 í hondbólti til Women’s 17 EHF Championship í Skopje í Makedonia. Føroyar vunnu 38-31, eftir hálvleiksstøðuna 19-16. Føroyar var frammanfyri allan dystin, men ta einu løtuna í seinna hálvleiki var um reppið, at Kosovo vann seg inná okkara, tá leiðslan kvinkaði niður í 30-28. Okkara fingu tó um reiggi aftur og sigurin bleiv tryggjaður.

Í fyrra hálvleiki var Maria Halsdóttir Weyhe sera sjónsk í myndini við átta málum, men tá Kosovo fór at mansverja hana, tók Súna Krossteig Hansen ábyrgd við nógvum málum og fríspælingum, og hon bleiv eisini kosin besti føroyski spælarin eftir dystin.

Danmark, Sveis, Kroatia og FØROYAR

18. apríl 2024

Basel í Sveis verður heimstaðurin hjá føroyingum til EM-endaspælið hjá kvinnum í november/desember. Føroyar komu í bólk D saman við grannum okkara úr Danmark, vertunum Sveis og Kroatia.

EM lutakast hósdagin

17. apríl 2024

Í morgin, hósdagin kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Basel, Innsbruck ella Debrecen.

Nýggj dystar- og úrslitasíða

16. apríl 2024

HSF hevur í dag hevur fingið nýggja dystar- og úrslitasíðu, sum sæst undir “Kappingar” á heimasíðu okkara.