U17-landsliðið fær sín elddóp

Í morgin byrjar European Open í Gøteborg í Svøríki, har føroyska U17-landsliðið við monnum skal taka lut. 

Hetta verður fyrstu ferð, at føroysku leikararnir, sum eru føddir í 2002 og seinni, skulu vera við í eini altjóða kapping. Tað serstaka við hesum aldursbólki er eisini, at 14 av 16 leikarum ganga á hondbóltsakademiium uttanlands.

Føroyar skulu spæla tveir dystir í morgin. Fyrri er móti Noreg og seinni er móti Spania. Føroyar eru í bólki við Noreg, Spania, Ísrael, Estlandi og Georgia.

Venjararnir, Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher, hava úttikið sekstan leikarar til uppgávuna.

Landsliðshópurin
Málverjar:
Pauli Jacobsen, Skanderborg
Brandur Silvurstein, Skjern

Vinstri vongur:
Baldur Gillason, Skjern
Janus Dam Djurhuus, Skjern
Kristoffur Bjørgvin, Oure

Høgri vongur:
Bogi Hansen, Skjern
Hákun West av Teigum, Skanderborg

Vinstri bakkur:
Pauli Mittún, Skjern
Ovi Lutzen, Kyndil

Spæliskiparar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, Skanderborg
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Ikast/KFUM

Høgri bakkur:
Brian Slyne, Skjern
Sveinur Olafsson, H71

Strikuleikarar:
Ragnar Karlsson, Oure
Viktor Gaini, VIES
Sakir Tróndarson Frýdal, H71

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.