U17-menn: Framúr dystur móti Hvítarusslandi

Føroysku U17-dreingirnir spældu ein fantastiskan dyst móti Hvítarusslandi í hálvfinaluumfarinum í European Open. Okkara vunnu heili 32-21, eftir 19-9 í hálvleikinum.

Tað var eitt serstakliga tendrað føroyskt lið, sum møtti til dystin. Verjan stóð sera væl við Viktor Gaini á odda og Pauli Jacobsen var sum ein múrur í málinum. Elias á Skipagøtu var flúgvandi í álopinum og fóru okkara frá 5-4 eftir 7 minuttir til 10-4 og so heilt uppá 19-9, sum var hálvleiksstøðan. Tað var serliga hesin seinni parturin av fyrra hálvleiki, sum vann okkum dystin.

Góða verjuspælið helt áfram í seinna hálvleiki. Okkara vóru ágrýtnir og bakkaðu hvønn annan sera væl upp móti stóru hvítarussunum. Aftanfyri stóð Pauli væl í málinum, og kastaði hann eisini væl út til skjótálop, sum vit fingu fleiri av.

Føroyar hava nú 4 stig í hálvfinalubólkinum, og er tað bert Ungarn, sum kann koma á sama stigatal. Fyri at náa hesum skulu teir vinna á Spania nú fyrrapartin og móti Føroyum seinnapartin kl. 14.45. FM1 sigur eisini frá tí dystinum og verður hann stroymdur á EHFtv.com.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11
Hákun West av Teigum 6
Janus Dam Djurhuus 4
Rói Ellefsen á Skipagøtu 3
Pauli Mittún 3
Sveinur Olafsson 2
Viktor Gaini 2
Baldur Gillason 1
Bogi Hansen 1

Yvirlit yvir dystir og úrslit sæst her:
http://eurohandball.com/eopen/17/men/2019/round/1/Preliminary+Round

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.