U17-menn: Fyrsta plássið er tryggjað

U17-landsliðið tryggjaði sær í morgum fyrsta plássið í bólkinum í European Open. Føroyska liðið vann 28-23 móti Georgia eftir 16-11 í hálvleikinum.

Grundarlagið undir sigrinum var lagt fyrstu 15 minuttirnar av dystinum, har okkara løgdu seg á odda 11-5. Syskinabørnini Pauli Mittún og Elias á Skipagøtu vóru serliga eyðsýndir við góðum skotum og fríspælingum. Í seinna hálvleiki var verjuspælið ikki eins gott og tað hevur verið í stóran part av kappingini, serliga høvdu okkara trupult við at steðga stóra bakkinum hjá Georgia, Nikoloz Kalandaze, sum skeyt heili 11 mál. Eisini skutu vit málverjan hjá Georgia heldur heitan. Georgia hálaði nøkur mál inn og tá 8 minuttir restaðu, vóru bert tvey mál á muni. Okkara strammaðu tó í seinastu minuttirnar og var sigurin aldrin í vanda.

Noreg vann eisini í morgun móti Ísrael og merkir hetta, at føroyska liðið hevur tryggjað sær fyrsta plássið í bólkinum, hóast vit hava ein dyst eftir, sum er móti Ísrael kl. 15.30 í dag. FM1 sigur eisini frá tí dystinum og verður hann eisini stroymdur á EHFtv.com.

Málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 10
Pauli Mittún 7
Janus Dam Djurhuus 5
Bogi Hansen 3
Viktor Gaini 2
Hákun West av Teigum 1

Úrslit og støður úr European Open síggjast her:
http://eurohandball.com/eopen/17/men/2019/round/1/Preliminary+Round

Sjálvstøðug venjing

13. mars 2020

Haldið venjingina við líka!

Kvinnulandsdystir útsettir

13. mars 2020

Kvinnulandsdystirnir, sum skuldu verða í mars eru útsettir.

Allir hondbóltsdystir fyribils útsettir

11. mars 2020

Vísandi til nýggjastu tíðindini um, hvussu corona-smittan er farin at gera um seg í grannalondunum, og at vit tí eiga at verða eyka varin í Føroyum ta næstu tíðina, hevur starvsnevndin í Hondbóltssambandi Føroya avgjørt fyribils at útseta allar hondbóltsdystir – bæði hjá teimum vaksnu og hjá børnunum – í tvær vikur.  Hondbóltssamband Føroya mælir […]