U17-menn: Garrvilt! Vit eru í finaluni!

Føroysku U17-menninir hava ramt eitt stórt bragd. Teir eru í finaluni í European Open, eftir 22-20 sigur á Ungarn. Av 24 londum eru vit nú millum tvey tey bestu og skulu spæla finalu móti Svøríki.

Føroyska liðið byrjaði dystin væl, men vóru helst ov bráðir til tíðir í álopsspælinum og komu afturum 7-4, tá ungarski málverjin eisin stóð væl. Hareftir var verjan umstillað til 5-1 við frægari úrtøku. Vit vunnu okkum inn aftur í dystin og fóru til hálvleiks við 11-10 leiðslu. Ungarn tóktist at verða sterkasta liðið, vit hava møtt higartil í kappingini við bæði stórum og flytførðum leikarum.

Í seinna hálvleiki vóru okkara allatíðina eitt ella tvey mál frammanfyri. Tá 20 minuttir vóru farnir, vunnið vit okkum trý mál fram um, og var tað hendan løtan, sum var avgerðandi fyri sigurin. Aftur var Elias Ellefsen á Skipagøtu ein støðug hóttan, meðan Pauli Jacobsen aftur gjørdi tað trupult hjá mótstøðuliðunum at fáa bóltin í málið. Viktor Gaini bant aftur verjuna væl saman og vísti veruliga sína kropsstyrki móti stóru ungarunum. Føroyska liðið megnaði væl at stýra leikaferðini í dystinum og sýndi gott tol – ikki vakrasti dystur vit hava leikt í kappingini, men ein dystur sum skuldi vinnast.

Í morgin kl. 19.00 skal føroyska liðið spæla finalu móti vertstjóðini, Svøríki, sum vann hitt hálvfinaluumfarið. Dysturin verður leiktur í stóru leikhøllini, Scandinavium, sum kann hýsa upp til 8.000 fólkum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 10
Pauli Mittún 4
Viktor Gaini 3
Hákun West av Teigum 3
Kristoffur Bjørgvin 2

Yvirlit yvir dystir og úrslit sæst her:
http://eurohandball.com/eopen/17/men/2019/round/1/Preliminary+Round

Mynd: Eileen Sandá

SMS-deildin: VB – H71 útsettur

4. oktober 2019

Dysturin í SMS-deildini í morgin, leygardagin 5. oktober, millum VB og H71 er útsettur vegna óvissurnar um veðurforsøgnina og hetta í mun til avmarkingarnar hjá ferðamannaskipinum Prince.

Gott avrik móti Rumenia

29. september 2019

Føroyska kvinnulandsliðið spældi ein av sínum heilt góðu dystum móti hálvfinalistunum frá seinasta EM, Rumenia. Úrslitið av dystinum gjørdist 25-20 til Rumenia, eftir at Føroyar var á odda 12-11 í hálvleikinum.

Misjavnt – men glottar

25. september 2019

Føroyska kvinnulandsliðið tapti í kvøld 28-16 fyri Póllandi í fyrsta dystinum í EM-undankappingini. Hálvleiksstøðan var 12-8 til Póllands.