U17-menn: Til reiðar til hálvfinaluumfarið

Í morgin verður hálvfinaluumfarið hjá føroysku U17-monnunum í European Open. Føroyska liðið kom víðari saman við Spania og renna hesi liðini saman við Ungarn og Hvítarussland, sum blivu ávikavist nr. 1 og 2 í bólki D.

Føroyar hevur við sigrinum á Spania tvey stig við sær til hálvfinaluumfarið, meðan Hvítarussland eisini hevur tvey stig við sær við sigrinum á Ungarn í dag.

Føroyar spæla móti Hvítarusslandi kl. 9.45 og 14.45 móti Ungarn í morgin, hósdagin. Vinnarin av bólkinum skal spæla finalu fríggjadagin móti vinnaranum av hinum hálvfinaluumfarinum, har Svøríki, Kekkia, Ísland og Italia kappast. Tvey´ararnir spæla um bronsuna.

Yvirlit yvir dystir og støður sæst her:
http://eurohandball.com/eopen/17/men/2019/round/1/Preliminary+Round

FM1 sigur frá dystunum hjá Føroyum í morgin og kunnu teir eisini stroymast á EHFtv.com

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.