U17-menn: Tóku eisini Spania

Føroysku U17-menninir framdu ikki bert eitt, men tvey brøgd í dag. Fyrst vunnu teir 32-22 á Noreg, og í kvøld vunnu teir 31-27 móti Spania í European Open. Her er talan um tvey mótstøðulið av absolutt ovastu hill.

Liðini fylgdust væl at byrja við, men vóru spaniólar tvær reisur á odda við trimum málum í fyrra hálvleiki. Føroyska liðið kom tó væl afturíaftur báðu ferðirnar og var hálvleiksstøðan 16-15 til Spania. Spanska liðið tyktiskt eitt vet sterkari enn Noreg, men dekkaðu okkara aftur væl upp fyri kviku mótstøðuni. Elias á Skipagøtu serliga eyðsýndur í føroyska álopinum við góðum gjøgnumbrotum, knøppum skotum og flottum fríspælingum.

Føroyska liðið vann seg spakuliga fram um í leypi av seinna hálvleiki og var tað serliga málmaðurin Pauli Jacobsen, sum átti stóra leiklutin í hesum. Ferð eftir ferð diskaði hann upp við risa bjargingum og gjørdi lívið súrt fyri spaniólar.

Spaniólar royndu at koma longur fram at dekka í móti endanum av dystinum, men hildu okkara høvdið kalt og hálaðu eina risa sensasjón heim.

Í morgin spæla Føroyar móti Estlandi kl. 11 føroyska tíð. Estland tapti báðar sínar dystir í dag – 26-20 fyri Ísrael og 27-18 fyri Noreg. FM1 sigur frá dystinum og verður hann eisini stroymdur á EHFtv.com.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11
Viktor Gaini 6
Pauli Mittún 5
Hákun West av Teigum 5
Janus Dam Djurhuus 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2

Úrslit og støður úr European Open síggjast her:
http://eurohandball.com/eopen/17/men/2019/round/1/Preliminary+Round

A-landsliðið hjá monnum úttikið

19. apríl 2024

Hesir 16 skulu møta Norðurmakedonia og spæla um eitt pláss í HM-endaspælinum.

Danmark, Sveis, Kroatia og FØROYAR

18. apríl 2024

Basel í Sveis verður heimstaðurin hjá føroyingum til EM-endaspælið hjá kvinnum í november/desember. Føroyar komu í bólk D saman við grannum okkara úr Danmark, vertunum Sveis og Kroatia.

EM lutakast hósdagin

17. apríl 2024

Í morgin, hósdagin kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Basel, Innsbruck ella Debrecen.