U17-menn: Týdningarleyst tap fyri Ísrael

Føroyska liðið tapti tepurt 18-16 fyri Ísrael, har vit spardu teir leikararnir, sum hava verið mest brúktir í kappingini.

Pauli Jacobsen, Pauli Mittún, Hákun West av Teigum og Elias á Skipagøtu, sum hava verið mest eyðsýndu leikararnir hjá Føroyum í kappingini, vóru ikki á vøllinum. Føroyar hevði vunnið bólkin undan dystinum og var hann uttan týdning fyri støðuna hjá Føroyum.

Føroyska liðið byrjaði við góðum verju og málmansspæli, men trilvandi álopi og var støðan enn 0-0 eftir 4 minuttir. Føroyska liðið tók tó dik á seg og var frammanfyri 9-5, tá 19 minuttir vóru farnir. Brian Slyne var eyðsýndur í álopinun, verjan stóð væl og Brandur Silvurstein hevði fleiri góðar bjarngar í málinum. Eftir hetta tódnaði tó til 10-8, sum var hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki var tætt millum liðini, føroyska liðið gjørdi tó ov nógvar villur. Tá 5 minuttir restaðu fór Ísrael fram um fyri fyrstu ferð í dystinum og megnaðu okkara ikki svara aftur og endaði við einum tvey-máls tapi 16-18

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rói Ellefsen á Skipagøtu 5
Brian Slyne 4
Sakir Frýdal 2
Kristoffur Bjørgvin 2
Ragnar Karlsson 2
Baldur Gillason 1

FM1-avtalan heldur fram

17. september 2019

HSF og FM1 hava longt avtaluna um miðling og útvarping av hondbóltsdystum í lands- og steypakappingini, umframt landsdystum. Hetta er triðja árið HSF og FM1 samstarva um hondbóltsmiðling.

HSF og P/F SMS leingja samstarvið

15. september 2019

Hondbóltssambandið og P/F SMS hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina í hondbólti, nevndar ávikavist Okkara- og SMS-deildin. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2019-20.

Væleydnað dómaraskeið

12. september 2019

Seinasta vikuskiftið skipaði HSF fyri A– og B-dómaraskeiðum saman við roynda IHF dómaravegleiðaranum, Jørn Møller Nielsen.