U17 tapti hálvfinaludystin

Føroysku U17 hondbóltskvinnurnar taptu hálvfinaludystin ímóti Niðurlondum fyri løtu síðani við trimum málum, 24-21.

Niðurlond varð mett at vera sterkasta liðið undan kappingini, so tí var greitt, at tað fór at vera ein trupul dystur at vinna, men føroysku kvinnurnar góvu niðurlendska liðnum hvassa mótstøðu.

At kalla alla dystin á tamb vóru eitt og tvey mál á muni, og ongantíð meira enn trý mál. Hálvleiksstøðan var 11-10.

Síðstu minuttirnar skrædnaði, tá ið Føroyar brendu nakrar fríar møguleikar og vórðu revsaðar við skjótálopi og einum bólti frá mótstøðuhálvuni og í tómt føroyskt mál.

Føroysku kvinnurnar skulu spæla um bronsuna ímóti annaðhvørt Ukraina ella Serbia sunnudagin.

Dystargongdin:
Niðurlond – Føroyar
5 min. 3-0
10 min. 4-3
15 min. 5-5
20 min. 9-6
25 min. 11-8
30 min. 11-10
35 min. 13-11
40 min. 15-14
45 min. 16-15
50 min. 18-17
55 min. 20-18
60 min. 24-21

Málskjúttar:
Lukka Arge 8 (8)
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Karina Debes Heinesen 2
Karin Egholm 2
Lea Mohr 1
Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe 1

Málverjin, Silja Arngrímsdóttir Múller varð kosin dagsins leikari hjá Føroyum.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.